Gravstaður Keisarans er nú funnin!   RÆTTING!

          Í Vági hevur altíð verið sagt, at Keisarin lá grivin úti í Froðba. Hann doyr á Tvøroyri hin 23. mars     

              1883 og er grivin 26. mars. Seinastu árini búði hann hjá næstelstu dóttrini, Annu, sum var gift við

              Óla í Búðini úr Porkeri. Tey áttu ongi børn, men fostraðu fleiri. Nú vísa kanningar, at hann liggur grivin

              í kirkjugarðinum í Øravíkarlíð. Grøvin er nr. 18, men tíverri finnast eingi tøl longur. Hann liggur millum

              tær ovastu gravirnar, miðskeiðis í kirkjugarðinum. (Tað hildu teir kønu á Tvøroyri!)

              MEN... nú sær tað út til, at tey gomlu høvdu rætt: hann liggur úti á Bø í Froðba!   

              Poul hevur funnið í Suðuroyar Kirkjubók á netinum, at Fríðrik Petersen, prestur, skrivar viðmerking

           til Susanne Malene Danielsen úr Trongisvági, sum doyði 23. nov. 1897 og er grivin 26. nov., at

           hon er "Det første Lig paa den nye Kirkegaard"! Hesin nýggi kirkjugarðurin verður kallaður

          "Assistentskirkegaarden for Frodebø Sogn". Hin gamli eitur "Frodebø Kirkegaard"! 

           Sostatt eru øll tekin í sól og mána um, at Keisarin liggur úti á Bø í Froðba!

           Tað sigst, at har fóru eini 3-4 lík omaná hvørt annað í somu grøv.

           Tí verður tað nokk ringt at finna fram til grøvina hjá hinum gamla!

             

             

 

 

 

 

 

              

 

 

            Kirkjugarðurin í Froðba                                                                                                          

 

 

                Leitingarlið við kirkjugarðsgrindina í Øravíkarlíð:                                                             Skyldmenn leita...

                        Adolf, Hergerð, Arnfinnur og Torleif                                                            Jákup Leo og Arnfinnur í kirkjugarðinum í Øravíkarlíð