Fundurin leygardagin, 21. nov. 2009 (í Bridge&Billiardfelagnum)

Okur tosaðu um, hvussu hátíðardagurin 7. aug. 2010 kann verða hildin.

Summar bólkar hava okur sett nøvn á – men fleiri eru eftiri...

Tíðin rennur avstað, so fólk mugu átaka sær at skipa fyri teimum ymisku

fyrireikingunum!

Møtt vóru: Poul Andreasen, Arnfinnur Bjarkhamar, Ása Mikkelsen,

Helena Mikkelsen, Arnfinnur Thomassen og Niclas Thomasen.

 

       Ein heimasíðuredaktión varð sett at skipa tilfarið til heimasíðuna.

       Í hesa redaktión komu:

       Poul Andreassen, Arnfinnur Bjarkhamar, Palle Jacobsen, Hans í Líðini

       og Arnfinnur Thomassen, sum stendur fyri heimasíðuni.

 

Poul átekur sær at gera ein ajourførdan familju-bókling við myndum o.ø.

 

Ása Mikkelsen, Arnfinnur Bjarkhamar o. fl. velja sangir og gera sanghefti.

 

Helena Mikkelsen skipar fyri bondum og litum osfrv. til tær ymisku familjugreinarnar.

 

Malfríður Danberg stendur fyri TILMELDINGINI + evt. gjaldi á eina konto.

(Kostnaður veldst sjálvsagt um, hvat er á matarseðlinum, buffet o.a.)

 

Aftaná borðhaldið verður føroyskur dansur (Arnfinnur og Niclas) og enskur danskur (Arnfinnur Th.)

 

Annars tosaðu okur um sjálvan dagin, 7. august 2010:

I:    Dagurin kann byrja við fyrrapartskaffi , rundstykkjum o.ø. á Eiðinum.

       Har fáa okur høvi at heilsa upp á skyldfólk, práta o.a.

II:   Síðani kunna fólk ganga ein túr Vesturi í Bø og t.d. síggja, hvar Keisarin búði.

III:  So er eisini ein møguleiki at vitja skyldfólk, ganga gamlar gøtur osfrv.

IV:  Borðhald og veitsla kl. 19 á Eiðinum.

 

Ì samband við borðhaldið er ætlanin at hava á skránni sangir, talur, undirhald,

frásagnir og søgur, framløgu um Vágs søgu í myndum og Power Point.

Men ikki minst ein áhugaverdan fyrilestur: “Hvør var Keisarin í Tøðuni?”

 

Hetta er tað, sum okur tosaðu um á fundinum í dag. Men okur mugu hava

fleiri skyldfólk at vera við til at skipa fyri og koma við góðum hugskotum!

 

 

Hesi fólk eru síðan sett at standa fyri:

 

1. at skipa fyri mati o.ø.     

           (Anny Debess)

 

2. at skaffa høli, borð, stólar osfrv.

    (Julius Vest Joensen, Heðin

     Augustinussen og Leivur Ryggshamar)

 

3. durasnapsi, barr og drykkjuvørum.

       (Johan og Magni Augustinussen)