Søgur um Keisaran

 

Petur Rouch sigur frá:

Tøðumenninir høvdu tað við at fortelja søgur, serliga í vertskapi,  og teir fortaldu tær uppí saman.

Minnist so væl, at Palli í Tøðuni fortaldi hesa fleiri ferð:

”Eg haldi ikki, at Keisarin var serliga væl umhildin av synunum.

Teir sótu í Brekkugerði og spældi sjavs, tá boð komu av Tvøroyri, at hann var deyður.”

”So,so”, sigur tann fyrsti, ”er pápin deyður?!”

”Ja, ja”, sigur tann næsti, ”nú er hann farin!”

”Tú”, sigur tann triði, ”hvat var trumfur?”